Jónas fekk javnleik

Køge spældi í gjár ímóti Kolding í donsku 1. Deild. Eftir keðiligt tap seinast, vildu teir í Køge aftur hava stig burtur úr dystinum, og tað eydnaðist. Dysturin endaði við javnleiki, eftir at Kolding hevði lagt seg á odda eftir 35 minuttir. Fýra minuttir seinni javnaði Køge, og dysturin endaði 1-1. Henrik Larsen er venjari hjá Køge, og Jónast Tór Næss er ein av spælarunum á liðnum.