Tveir vísindamenn á lærda háskúlanum í Santa Cruz í Kalifornia siga nú, at fyri tveimum milliardum árum síðani hevði jørðin ein stóran mána og ein lítlan. Tað skriva vísindamenninir Martin Jutzi og Erik Asphaug í grein í vísindatíðarritinum Nature.
Kanningarnar hjá teimum vísa, at tað var rættiliga stórur munur á teimum báðum mánunum, og at atdráttarmegin gjørdi, at tann størri át tann minna. Jutzi og Asphaug vilja vera við, at landslagið á tí mánanum, sum vit kenna, vísir tekin um samanrenningina. Eftir teirra útrokningum ferðaðust teir báðir mánarnir millum tveir og tríggjar kilometrar um sekundið, tá teir komu saman.