Jørgen formaður í tingbólki Fólkafloksins

Og harvið er Jørgen Niclasen eisini næstformaður Fólkafloksins

Jørgen Niclasen verður nýggjur formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum. Hóast Anfinn Kallsberg, floksformaður, nú verður partur av tingmanningini, so verður tað ikki hann, sum verður formaður í tingbólkinum.
? Vit hava ta skipan, at formaðurin í tingbólkinum er tann organisatoriski formaðurin hjá flokkinum. Anfinn Kallsberg er floksformaður, sigur Jørgen Niclasen.
Formaðurin í tingbólki Fólkafloksins er samstundis næstformaður í Fólkaflokkinum ? og tí er spurningurin nátúrligur, um Jørgen Niclasen hervið er krúnprinsurin hjá Anfinni Kallsberg.
? Nú ganga vit ikki so høgt upp í hatta við prinsum, men soleiðis hava vit nú valt at býtt arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen er 35 ára gamal. Hann varð valdur á ting í 1994. Men hann hevi eisini fast sæti á tingi fyri Svend Åge Ellefsen, sum var landsstýrismaður frá 1991-1993. Hann var eisini inni sum varamaður fyri tað í 1989 ? sum einans 20 ára gamal.
Jørgen Niclasen gjørdist eisini landsstýrismaður í 1998, tá John Petersen noyddist at leggja frá sær, og hann sæt í landsstýrinum, til hann sjálvur noyddist at leggja frá sær 15. januar í fjør.
Hóast ungur, so hevur Jørgen Niclasen longu drúgvar royndir í politikki ? og tí er hann kanska eitt veruligt boð upp á nýggjan formann, tá Anfinn Kallsberg einaferð leggur formansstarvið frá sær.