Jørgen Niclasen afturvaldur sum formaður Fólkafloksins

Á landsfundi í morgun varð 50 ára gamli Jørgen Niclasen afturvaldur sum formaður Fólkafloksins.

Jørgen Niclasen hevur verið formaður síðani 2007, og er hetta sostatt trettanda ferð at hann skal standa á odda fyri flokkinum, sigur Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi.

Jørgen hevur drúgvar royndir í politikki, bæði sum løgtingsmaður og landsstýrismaður í fíggjar-, fiskivinnu- og uttanríkismálum.

Jørgen var bert 20 ára gamal, tá ið hann í 1989 fyrstu ferð tók sæti á tingi sum varamaður.

Jørgen sat sum fastur varamaður frá 1991-1993, og í juli 1994 varð hann valdur í løgtingið.

Fyrr í vikuni, 8. november, vóru 27 ár síðan hann varð valdur í løgtingið.