– Eg kenni ikki handan trupulleikan, men hetta ljóðar ógvuliga órímuligt. Eg havi sæð bilarnar hjá Sofusi, sum eg meti sum rein listarverk. Um bilarnir rigga sum teir skulu og kunnu ganga gjøgnum sýn, so eiga teir sjálvandi eisini at kunna skrásetast sum ellisakfør.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av Akstovuni, í sambandi við greinina um Sofus í Horni Hansen, Halleluja-Sofus, sum ikki hevur umbygdu bilar sínar skrásettar, tí Akstovan vil ikki góðkenna teir sum ellisakfør.
Málið snýr seg um eina kunngerð, sum sigur, at »…ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og er skrásett sum ellisakfar.«
##med2##
Trupulleikin hjá Sofusi Hansen er, at tey á Akstovuni tulka hetta soleiðis, at bilarnir hjá Sofusi ikki kunnu skrásetast sum ellisakfør, tí hann hevur broytt bilarnir, so teir ikki hava sama snið, sum tá teir vóru nýggir. Tað merkir, at tað hevði kostað Sofusi Hansen vanligan vegskatt og trygging at havt nummarplátur á bilinum. Hann heldur, at bilarnir eiga at verða skrásettir sum ellisakfør og harvið sleppa undan veggjaldi.
Lesið eisini:Listaverkini hjá Halleluja-Sofus sleppa ikki at koyra
Um Jørgen Niclasen fer at broyta kunngerðina, so merkir tað, at bilar, sum eru eldri enn 25 ár, og sum eru broyttir í mun til uppruna snið, kunnu skrásetast sum ellisakfør og harvið sleppa undan veggjaldi.