Jørgin Dahl aftur á slóðina

- Tað er eitt stórt mistak, at eg ikki havi útgivið tónleik í Føroyum í meira enn 15 ár, sigur Jørgin Dahl, sum gevur nýggja fløgu út í Føroyum fyrst í februar

(Keypmannahavn) Hann er maðurin aftanfyri sangir sum Komið øll við, Me and Virgina, Breaking my Heart og Heading for Disaster.

Hann er tiltikin tónleikari og hevur langt síðani sligið sítt navn so rimmarfast í føroysku tónleikasøguna.

Jørgin Dahl var undangongumaður í føroyskum roocktónleiki í 70'unum, og í 80'unum staðfesti hann sína støðu sum framúr komponist og tónleikari.

Hann skrivaði mesta av tónleikinum hjá Straight Ahead, og seinni hevði hann eisini týðandi leiklut í Hjarnum.

Men síðani 1983 hevur Jørgin Dahl mest sum tagt fullkomiliga. Hann hevur gjørt tónleik til onkra sjónvarpssending og ein stuttfilm, men eingin verulig útgáva er komin frá honum, síðani hann í 1983 var við til at gera plátuna We come for you hjá Hjarnum.

Men nú fer aftur at ljóma.

Jørgin Dahl er í hesum døgum í Media Sound Studio í Keypmannahavn, har røddirnar verða lagdar á tónleikin til nýggja fløgu, sum rakar føroyska tónleikamarknaðin fyrst í februar.


Ein brølari

- Tað er eitt stórt mistak, at eg ikki havi útgivið tónleik í Føroyum í meira enn 15 ár, viðurkennur Jørgin Dahl anno 1999.

Tað hevur verið lítið at hoyrt til Jørgin Dahl tónleikaliga, síðani hann flutti til Danmarkar miðskeiðis í 80'unum, men seinast árið er hann komin eitt sindur afturíaftur, tí fleiri sangir hjá honum eru endurútgivnir á savnsfløgum.

- Eg havi altíð havt ilt við at venda aftur til nakað, sum eg áður havi roynt, og tá eg fór til Danmarkar, ætlaði eg mær víðari við mínari karrieru. Tí vildi eg ikki brúka orku uppá at geva tónleik út í Føroyum, sigur hann.

- Men tað var ein brølari. Eg kundi saktans havt givið tónleik út í Føroyum, samstundis sum eg royndi at vinna meg fram í Danmark.

- Eg havi ofta verið spurdur um, hví eg ikki havi givið okkurt út í Føroyum, og tað eru nógv fólk, sum hava mælt mær til tað, og nú kann eg bara siga, betri seint enn ongantíð. Nú fáa føroyingar umsíðir eina nýggja fløgu frá mær, sigur hann.

Saman við Jørgeni eru tveir danir og ein skoti um at gera nýggju fløguna. Danirnar hevur Jørgen áður samstarvað við, meðan samstarvið við skotska sangaran John McCherry er nýtt.


Við støði í tí gamla

Jørgin Dahl hevur sentralan leiklut á nýggju fløguni. Hann hevur skrivað allar sangirnar, hann spælir keyboard og bass, og hann syngur kór.

Men hann syngur ikki solo.

- Eg vil helst sleppa undan at verða forsangari, tí eg havi ongantíð mett meg at verða tann stóra sangaran, men eg syngi gjarna kór, sigur Jørgin Dahl.

Um tónleikin á nýggju fløguni sigur hann:

- Tónleikurin er rættiliga ymiskur, men sum heild haldi eg, at talan er um víðariútvikling av tí, sum eg gjørdi í Føroyum fyri 15 árum og meira síðani, sigur Jørgin Dahl.

Tónleikurin á nýggju fløguni er rockinspireraður, men pláss eru eisini fyri balladum, sum Jørgin Dahl áður hevur prógvað, at hann dugir at skriva - til dømis Breaking my Heart, sum er ein tann besta føroyska balladan nakrantíð.

- Elsti sangurin á nýggju fløguni er skrivaður í 1989, men allir hinir sangirnir eru skrivaðir seinastu tvey ella trý árini. Stílurin er ymiskur, men alíkvavæl er talan um ein reyðan trá, sum gongur ígjøgnum, og so skuldi tað hoyrast aftur, at eg havi gjørt tónleikin.

Tað er plátufelagið Tutl, sum útgevur nýggju fløguna hjá Jørgeni Dahl, og fyrst í februar skuldi hon verið at fáa í føroysku fløgusølunum.