Ja til móðurmálsdag – men ikki við lóg

Meirilutin í mentanarnevnd løgtingsins vil ikki, at vit skulu áseta 25. mars sum móðurmálsdag við lóg, so sum Gunvør Balle úr Tjóðveldi hevur skotið upp.

Meirilutin í mentanarnevnd løgtingsins vil ikki, at vit skulu áseta 25. mars sum móðurmálsdag við lóg, so sum Gunvør Balle úr Tjóðveldi hevur skotið upp.

Í meirilutanum í hesum máli eru Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen, Rigmor Dam og Jenis av Rana

Minnilutin heldur, at tað í er veruleikanum eitt undur, at føroyska málið hevur ta støðu, tað hevur, tá hugsað verður um, hvussu fá fólk í heiminum tosa føroyskt og hvussu stór ávirkanin frá fremmandamálum er.

Les eisini: Gunvør Balle ynskir almennan móðurmálsdag

– Men vit mugu ikki gloyma, at fyri at varðveita og styrkja hesa støðu krevst eitt áhaldandi tak at tryggja føroyska málinum tann sjálvsagda leiklut, vit halda, tað skal hava í gerandisdegnum, siga Poul Michelsen og Gunvør Balle, sum eru í minniluta í rættarnevndini í hesum máli.

Uppskotið um móðurmálsdag er eitt av málunum, sum eru á skránni hjá løgtinginum í dag.

Les eisini: Óneyðugt at løgtingið blandar seg uppí

Skráin fyri tingfundin í dag, sum byrjar klokkan 11, er hendan:

1. Atkvøðugreiðsla nr. 27/2014: Menningarhjálp

2. Munnligir fyrispurningar

3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 8/2014: Uppskot til samtyktar um at endurskoða fólkaskúlalógina

4. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 9/2014: Uppskot til samtyktar um at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag

5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 64/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2014

6. Svar nr. 12/2014: Lækking av túratali hjá Smyrli

7. Svar nr. 16/2014: Eigaraskapur av vindmylluparkini í Húsahaga

8. Framløga