Jahn Teigen deyður

Jahn Teigen, sum m.a. luttók í norska Melodi Grand Prix 14 ferðir, er deyður.

 Norska stjørnan, sum mong kenna best frá Grand Prix, doyði mánakvøldið á Ystad sjúkrahúsinum í Svøríki. Hetta skriva norskir og danskir miðlar í dag.

Jahn Teigen gjørdist 70 ára gamal.

Eftir hann situr dótturin Sara Skorgan Teigen, 35 ára gomul, sum Jahn Teigen eigur saman við fyrrverandi konuni Anita Skorgan.

Jahn Teigen var 14 ferðir við í norsku Melodi Grand Prix kappingini, og var 3 ferðir við í Eurovision. Hann er tískil norska listafólkið, ið hevur luttikið oftast í norsku Grand Prix kappingini.

Síðstu 12 árini hevur hann búð á garði sínum í Ystad, langt frá øllum miðlum og ljósglæmum á palli.

Hann var fyrstuferð við í Eurovision í 1978, og aftur í 1982 og ’83. Fyrstuferð fekk hann onki stig, men betri gekk í ’82 og ’83, tá hann sang saman við táverandi konu síni, Anita Skorgan. Løgini vóru Adieu og Do Re Mi.

https://www.youtube.com/watch?v=A4v7za1iLLc 

Sera kendur er sangurin hjá Teigen, Det vakreste som fins.

https://www.youtube.com/watch?v=jr6eWAbC3aA 

Teigen var fólkaogn í Noreg. Kendur sangari og sangskrivari. Hann fekk Spellemannprisen í 1983 og í 2009.

 

Limur í Rockheim Hall of Fame gjørdist hann í 2012.

 

Jahn Teigen er Riddari av 1. stigi av St. Olavs Orden.

Uttanfyri mentanarhúsið Oseberg í Tønsberg er reist standmynd av Jahn Teigen.

##med2##

##med3##