Jákup á Borg eigur og rekur eisini fyritøkuna Bilrøkt, og ein partur av virkseminum hjá Bilrøkt er at leiga bilar út til ferðafólk. Tað kann vera bæði við førara og uttan førara. Og tað er í hesum sambandi, at Jákup á Borg hevur fingið hugskotið til nýggju fyritøkuna.
- Vit hava mangan upplivað, at serliga tey, sum leiga ein fínari bil við bilførara, spyrja okkum eftir ymiskum upplivingum í Føroyum, tá ið tey eru komin her til landið. So hava vit roynt at gjørt okkurt eftir teirra ynski. Nú hava vit tikið stigið víðari og bjóða ymiskar pakkar, sum tey kunnu bíleggja, áðrenn tey koma til landið, greiðir Jákup á Borg frá.
Men adventure.fo fer eisini at skipa fyri ferðum út av landinum, og her verður í høvuðsheitinum talan um ferðir, sum hava eitt ella annað tema.
- Vit hava longu lagt til rættis ein dyst í heyst, har vit fara til Dubai at hyggja eftir Formel 1 og annars at taka okkum av løttum í góðveðrinum har, meðan tað er vetur her í Føroyum. Og hóast vit ikki hava lýst við tí túrinum enn, so eru tað fleiri, ið hava fingið frænir av hesum, so vit hava longu selt heilt fitt av plássum til tann túrin. Eisini er hugsandi, at vit til dømis kunnu skipa fyri ferðir til fótbóltsdystir, konsertir og annað uttanlands, tá ið høvi verður til tað, sigur Jákup á Borg.
Meira fæst at vita um ferðaskrivstovuna á heimasíðuni www.adventure.fo