Jákup Mikkelsen aftur á landsliðnum

A-landsliðið: Ein útskiftin er í venjaratoyminum hjá A-landsliðnum

Á tíðindafundinum í dag, har Håkan Ericson úttók A-landsliðshópin til landsdystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia, boðaðir hann eisini frá eini útskifting í venjarahópinum.

Legendariski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, er aftur í landsliðshópinum. Hann er nýggjur málmansvenjari, tí Andras Gango ikki hevur stundir at verða við longur. Sum skilst, so er leikluturin sum málmansvenjari hjá Vejle BK, sum ger at hann ikki kann vera við A-landsliðnum longur.

Jákup Mikkelsen telst saman við Jens Martini Knudsen sum okkara bestu landsliðsmálverjum í søguni. Jákup Mikkelsen hevur fyrr verið málmansvenjari á A-landsliðnum.

Hópurin:

Teitur M. Gestsson, HB

Mattias H. Lamhauge, B36

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Gilli Rólantsson

Hanus Sørensen, HB

Viljormur Davidsen, HB

Daniel Johansen, FC Fredericia

Odmar Færø, KÍ

Heini Vatnsdal, KÍ

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Andrias Edmundsson, Águilas FC

Jákup B. Andreasen, KÍ

Noah Hans Mneney, Bryne

Meinhard E. Olsen, Mjøndalen

Mads B. Mikkelsen, KÍ

Ári M. Jónsson, HB

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers

René Shaki Joensen, KÍ

Klæmint A. Olsen, Breiðablik

Patrik Johannesen, Breiðablik

Páll A. Klettskarð, KÍ

Pætur Petersen, KA Akureyri