B36 skrivar á facebookvanga sínum :
- Jákup á Borg er heima aftur
B36 hevur sett Jákup á Borg sum ítróttastjóra. Hann tekur við starvinum beinanvegin.
- Eg eri spentur at taka enn eitt tørn fyri barndómsfelagið, sum hevur givið mær so nógv. Hetta er ein øðrvísi leiklutur enn tann, sum eg havi verið í sum venjari seinastu árini, men B36 er í einari spennandi tilgongd, og henni vil eg fegin vera partur av. Tað er stórt potentialið í B36-húsinum, og saman við øllum teimum góðu fólkunum í felagnum verður uppgávan at flyta felagið upp aftur á tindin í føroyskum fótbólti, sigur hann.
Arbeiðsuppgávan verður í høvuðsheitum at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum í felagnum. Jákup tekur við starvinum eftir Tummas Erling Djurhuus, sum av heilsuávum var noyddur at taka ein steðg frá fótbóltinum í eina tíð.
- Vit hava verið sera fegin og takksom fyri stóra arbeiðið, sum Tummas Erling hevur lagt í starvið, og við Jákupi fáa vit ein sera góðan avloysara. Jákup kennir felagið innanífrá, og hann veit, hvat krevst fyri at kappast millum tey fremstu, sigur Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36.
Jákup er 45 ára gamal, og hann hevur seinastu árini verið høvuðsvenjari á Toftum.
Sum spælari var Jákup ein undirhaldandi áskoðarafavorittur í B36, har hann í mong ár var millum okkara bestu spælarar. Hann tók við sum høvuðsvenjari í 2016, tá hann gavst at spæla, og undir hansara leiðslu vunnu menninir steypakappingina, umframt at tað var um reppið, at teir vunnu meistaraheitið. Eisini stóðu teir seg væl og vóru drúgvir í evropeiskum kappingum.
Vit ynskja Jákupi hjartaliga vælkomnum aftur í B36-húsið, og vit gleða okkum til samstarvið. Skrivar B36.
B68 skrivar á facebookvanga sínum:
- Jákup á Borg gevst
Jákup á Borg hevur boðað B68 frá, at hann hevur hevur í boðið nýtt starv, sum hann ynskir at taka av. Jákup hevur sáttmála við B68 fyri komandi kappingarár eisini, men B68 hevur eftirlíkað ynskinum hjá Jákupi at gevast.
Jákup hevur verið venjari hjá B68 síðani mai 2022. Hesi gott 3 árini hevur hann staðið á odda fyri B68 Betri liðnum í 103 dystir.
Jákup á Borg staðfestir, at gott 3 ár í venjarastarvinum hjá sama liði er lutfalsliga long tíð, men hann hevur trivist so sera væl á Svangaskarði. Jákup dylir ikki fyri at hann er blivin hálvur toftamaður og er blivin sera góður við felagið, leikarar, fólkinum rundanum B68 og í Nes kommunu.
Jákup á Borg hevur givið felagnum orku, vitan og ein sterkan vilja til at menna bæði leikarar og felag. B68 takkar Jákupi fyri trúfesti og gott samstarv og ynskir honum alt tað besta í framtíðini
B68 arbeiðir í løtuni við at gera avtalu við nýggjan høvuðsvenjara, sum skal standa á odda fyri Betri liðnum hjá B68 tað sum eftir er av kappingini. Meira um hetta seinni í kvøld. Skrivar B68.