Økið við Leitisvatn og Trælanípuna er stongt vegna leiting

Av tí at leitað verður eftir einum eftirlýstum manni er økið við Leitisvatn og Trælanípuna fyribils stongd

Tað ber ikki til hjá fólki í dag at fara út á Trælanípuna ella økið við Bøsdalafoss, tí tað er stongt »vegna serligar umstøður«, sum vaktleiðarin á politistøðini málber seg. Økið er stongt, tí at leitað verður eftir 68 ára gamla manninum, sum varð eftirlýstur í gjár.

Talan er um Pedro Enrique Moreno Hentz úr Meksiko, sum leitað hevur verið eftir, síðani í gjárkøvldið. 

Ryggsekkur hansara varð funnin í Mykinesfirði í gjár, og út frá tí varð leiting sett í gongd.

Løgreglan kunnar aftur, tá økið við Bøsdalafoss letur uppaftur.