Jan Dam er aftur á landsliðnum

Fótbóltur: Gamli liðskiparin er nú við aftur í hópinum. Jákup Eli Olsen og Jan Allan Müller eru ikki úttiknir hesaferð

Allan Simonsen, landsliðsvenjari, gjørdi í gjár av, hvørjir átjan spælarar skulu við á drúgvastu landsliðsferðina ? burtursæð frá venjingarlegum ? síðani í mai mánaði 1991, tá landsliðið spældi bæði í Jugoslavia og í Eysturríki.

Og Allan Simonsen hevur ikki ætlanir um at gera tær stóru broytingarnar á landsliðnum. HB venjarin gav í Ítróttarsosialinum fyri nøkrum vikum síðani venjaranum tey ráð, at hann skuldi taka Hans á Lag við næstu ferð, men tað hevur venjarin ikki gjørt.

Broytingin frá dystinum móti Kekkia fyri trimum vikum síðani er, at Jan Dam, sum undan fráferðini til Bosnia 20. august gav avboð, er komin upp í part aftur, og at Jákup Eli Olsen, sum tær báðar fyrru ferðirnar í heyst er komið við eftir onnur avboð, ikki er úttikin hesa ferð. Hann er skaddur og hevur ikki spælt við B68 tær seinastu vikurnar.

Allan Simonsen hevur úttikið Jan Allan Müller bæði til Bosnia ferðina og til heimadystin móti Kekkia, men Jan Allan hevur givið avboð, og í útvarpinum segði hann í vikuskiftinum, at hann kennir seg ikki nóg væl fyri at spæla á landsliðnum. Tað hevur venjarin so tikið til eftirtektar.

Jan Dam hevur síðani hann kom til Danmarkar vant við Herfølge, felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, og sum vit skilja á lagnum, so hevur hann eisini spælt onkrar dystir á næstbesta liðnum. Jan Dam stendur skrásettur hjá HB, og hann spældi við eina løtu móti Sumba sunnudagin.

Í ferðalagnum til Litavia, sum fer av landinum mikudagin kl. 17.30 og ikki kemur aftur fyrr enn eftir dystin móti Skotlandi annað mikukvøld, eru hesir: Jákup Mikkelsen, Herfølge, og Jens Martin Knudsen, Leiftur, Óli Johannesen, TB, Jan Dam, HB Jens Kristian Hansen, B36, Pól Thorsteinsson, B36, Hans Fróði Hansen, HB, John Hansen, KÍ, Henning Jarnskor, Gí, Allan Mørkøre, HB, Julian Johnsson, Kongsvinger, Sámal Joensen, GÍ, Magni Jarnskor, GÍ, John Petersen, B36, Símun Eliasen, Aarhus Fremad, Uni Arge, Aarhus Fremad, Jákup á Borg, B36, og Todi Jónsson, FCK.

Dysturin í Vilnius í Litavia verður spældur annan leygardag kl. 20 lokala tíð. Tað er klokkan 18 føroyska tíð.