Jana var toppskjútti hjá Viborg

Viborg tapti á heimavølli í kvøld

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg leiktu í kvøld dyst á heimavølli í BIOCIRC Arena í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Viborg tapti í kvøld 31-37 fyri Keypmannahavn, ið var á odda 20-15 í steðginum.

 

Jana avrikaði tó framúr væl. Hon skoraði átta mál, legði upp til trý mál, og hon vann eisini liðnum eitt brotskast. Sambært hagtølunum var Jana mest effektivi leikarin hjá Viborg.

 

Stóri hondbóltsmiðilin, Hbold gevur Janu toppkarakter fyri avrikið í kvøld. 

 

Viborg er fjórðfremst í deildini við 18 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 er aftur dystur í BIOCIRC Arena. Hesaferð verður talan um dyst í bólki D í EHF European League móti rumenska liðnum, Corona Brasov.