Janus er nú á Argjum

21 ára gamli miðvingurin, sum síðsta kappingarár umboðaði Skála, fer nú at spæla við AB

Tað hevur ljóðað fleiri tær seinastu vikurnar, og í kvøld er tað staðfest:

Janus Svabo Samuelsen fer nú at spæla við AB. Felagið boðar í kvøld frá, at sáttmáli er undirskrivaður við 21 ára gamla Janus Svabo Samuelsen, sum ber við sær, at Janus næsta ár fer at umboða AB.

Síðsta kappingarár spældi Janus við Skála. Hann er bólttryggur miðvallari og var síðsta kappingarár við í 23 landskappingardystum. Ongan av dystunum var hann á vøllinum alla tíðina. Hann var skiftur út 11 ferðir og skiftur inn 12 ferðir.

Janus er ættaður úr Miðvági, og longu í 2015 og 2016 royndi hann fótbóltsevnini í Brøndby IF, har hann var á U-17 og U-19 liðunum.

Eftir summarsteðgin í 2016 var hann aftur í Vágum og spældi við 07 Vestur, sum hann umboðaði fram til og við 2018, og so var tað, at hann skifti til Skála.

Janus Svabo Samuelsen hevur spælt á øllum teimum yngru landsliðunum.

-Eg havi altíð hildið, at AB eigur nógvar spennandi spælarar, og at hugburðurin á liðinum hevur verið góður, soleiðis at tað hevur verið torført at spæla ímóti AB. Nú var møguleiki at skriva sáttmála við AB, og tað eri eg fegin um, sigur Janus Svabo Samuelsen við AB heimasíðuna.

Sorin Anghel heldur fram sum venjari á Argjum, og hann og Janus Svabo Samuelsen og hinir spælararnir eru farnir undir fyrireikingarnar til kappingarárið, sum tað verður farið undir 8. mars.