Janus M. Joensen skrivað sáttmála við AB

Janus, sum er 27 ára gamal, hevur altíð spælt við HB og hevur seinastu sjey árini verið á formulaliðnum hjá teimum

 

Janus M. Joensen hevur eisini spælt einar 3-4 dystir við landsliðnum, so tað er ikki nakar óroyndur spælari, sum nú fer at vera við á 1. deildarliðnum hjá AB, skrivar heimasíðan hjá fótbóltsfelagnum á Argjum.

 

Janus sigur við AB heimasíðuna, at tíðin nú var komin at royna okkurt nýtt. Hann hevur onkuntíð áður tosað við AB um at koma út á Argir, uttan at tað gjørdist veruleiki. Nú hann ætlaði at skifta felag, var tað sjálvsagt at koma út á Argir.

 

- Eg vildi helst vera her í høvuðsstaðnum, og haldi tað kundi verið stuttligt at fingið AB upp í formuladeildina aftur, sigur Janus M. Joensen.

 

- Høvuðsstaðurin eigur at hava trý lið í formuladeildini, og tað er ein av orsøkunum til, at eg valdi at spæla við AB. Um eg kann hjálpa liðnum at flyta upp, so er tað gott.

 

Janus hevur áður spælt saman við Allan Mørkøre, og beiggi hansara, Høgni Joensen, spælir jú eisini við AB, so hann hevur hoyrt um góða samanhaldið á Argjum.

 

Vanliga hevur Janus spælt sum vinstri bakkur, men hvar á vøllinum hann verður nú, veit hann ikki enn. Hann hevur fyrsta venjingarkvøld týskvøldið 1. juli, og tá man Allan Mørkøre fara at leggja onkra ætlan fyri Janus.

 

Andrass Drangastein, nevndarlimur í AB, er sera fegin, um at Janus hevur valt at skriva sáttmála við Argja Bóltfelag.

 

- Nevndin er glað fyri, at hava fingið Janus M. Joensen hendavegin, og vit vænta nógv av honum, sigur Andrass Drangastein.

 

Sáttmálin er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum, men tað er ikki útilokað, at Janus heldur fram eisini komandi kappingarár.