Japan ræðist USA og IWC

Kendi norski hvalaveiðumaðurin, Steinar Bastesen, gevur USA og IWC skuldina fyri at Japan hevur boðað frá, at tey ikki ynskja at innflyta hvalatvøst í ár

Stórtingslimur og hvalaveiðumaður, Steinar Bastesen, er skuffaður av Japan, ið hann meinar ikki torir at opna fyri innflutningi av hvalatvøsti, tí USA og altjóða hvalaveiðuráðið (IWC) eru ímóti.
? Hetta kemur ikki óvart, men eg hevði vónað eitt annað svar frá Japan, sigur Bastesen. Hann vísir aftur spurninginum, um tað er PCB sum kann hava fingið japanar til at siga nei.
? Tað er so lítið PCB í norska tvøstinum, at tað sæst ikki aftur á einum støvkorni.
Krøvini hjá Japan eru so hørð, at ikki er møguligt hjá norðmonnum at fylgja teimum í ár, og helst ikki komandi ár heldur. Japan krevur, at hvør einstakur hvalur verður pakkaður og sendur.
? Hetta kravið ger, at vit noyðast í land fyri hvønn einstakan hval sum vit skjóta. Tað er als ikki møguligt, sum støðan er
Hann er heldur ikki nøgdur við ávísingina av PCB í spikinum. Sambært Bastesen vísa kanningarnar, at tað er sera stórur munur millum hvalirnar, og at tað ikki kann sigast, at PCB-innihaldið er ov høgt.
Steinar Bastesen sigur, at Noreg nú eigur at finna sær onnur lond, sum vilja keypa tvøst og spik. Her hevur hann fyrst og fremst Ísland í huganum, men eisini Føroyar og Grønlandi vilja hava áhuga.
Steinar Bastesen vitjar í Føroyum seinast i september í samband við at heimsins hvalaveiðutjóðir hittast.