Japan tók øll á bóli og vann á Týsklandi

Japan tók øll á bóli, tá liðið vann á Týsklandi í fyrsta dystinum hjá báðum londum í HM í Qatar í dag.

 

Japan tók øll á bóli, tá liðið vann á Týsklandi í HM í fótbólti í Qatar. - Foto: Eugene Hoshiko/Ritzau Scanpix

Týska fótbóltslandsliðið byrjaði HM við at tapa óvæntað 1-2 ímóti Japan í endaspælinum í Qatar.

Týskarar klossaðu eina 1-0 leiðslu burtur síðst í dystinum, tá japanarar skoraðu tvær ferðir og fingu best hugsandi byrjan upp á endaspælið.

Tað sá annars út sum, at týskarar fóru at vinna sum væntað. Teir komu best frá byrjan og skoraður eisini fyrst.

Týski miðvallarin Ilkauy Gündogan skoraði til 1-0 upp á brotsspark eftir 33 minuttir. Tann leiðslan helt til steðgin.

Týsklan átti at lagt seg meira á odda, áðrenn japanar skoraðu.

Liðfelagin Jamal Musiala hevði ein stóran møguleika at økja um leiðsluna, men eftir at hava rikið tvørtur um feltið skeyt Bayern Müchen spælarin langt oman fyri málið.

Gündogan rakti stongina, tá Manchester City spælarin hevði roynt seg við einum fløtum langskotið uttan fyri feltið.

Týski áleyparin Serge Gnabry misnýtti ein tvífaldan møguleika, tá hann í fyrstu atløgu skallaði beint á japanska málmannin og síðani varð forðaður av japanska sprellimanninum í málinum.

Eisini innskfiti Jonas Hofmann brendi ein stóran møguleika, og harvið fingu týskarar ikki bundið um, tá teir høvdu møguleikarnar.

Í staðin fekk Japan javnað til 1-1 eftir 75 minuttir. Innskifti Freiburg-spælarin fylgdi síðani upp, tá bólturin støkk útaftur frá týska málmanninum Manuel Neuer.

Ein annar innskiftur japanari syrgdi fyri sigursmálinum átta minuttir seinni. Tað var Bochum-spælarin Takuma Asano, sum stóð fyri avgerandi skoringini eftir eina tekniskt vælgreitt einmansavrik.

Asano skaraði framúr við eini temjing, førdi bóltin inn í brotsteigin og inn móti stongini, har týski málmaðurin Manuel Neuer lat vera ov nógv pláss.

Týskarar trýstu á fyri at javna ímóti endanum, men Japan helt støðu og fór við øllum trimum stigunum í fyrsta dystinum í E bólkinum.

/ritzau/

 

 

 

Japan tók øll á bóli, tá liðið vann á Týsklandi í HM í fótbólti í Qatar. - Foto: Eugene Hoshiko/Ritzau Scanpix