Faroe Petroleum, ið arbeiðir innan oljuvinnuna, við serligum atliti til leiting, meting, menning og framleiðslu av olju og gassi á Atlantsmótinum, Norðsjónum og Noregi, boðar í morgun frá í tíðindaskrivi, at enn ein avtala um leitiloyvi á Atlantsmótinum nú er undirskrivað. ??Avtalan er gjørd við japanska oljufelagið CIECO Exploration and Production Limited (“CIECO”), og fevnir um tveir týdningarmiklar leitibrunnar á Atlantsmótinum. ??
CIECO er dóttirfelag hjá ITOCHU Corporation, sum er eitt av stórstu feløgum í Japan. Felagið varð stovnað í 1858, og hevur 43.000 fólk í starvi. CIECO framleiðir umleið 55.000 tunnur av olju um dagin, sum kemur frá Bretlandi, Azerbaijan, Sakhalin, Algeria, Australia, Indonesia og Mexico-flógvanum. ??
Hetta er onnur handilsavtala, sum Faroe Petroleum hevur gjørt um boriloyvir á Atlandsmótinum í ár. Tann fyrra var við japanska oljufelagið Idemitsu E&P UK Ltd. ?Hesar avtalur eru ein partur av strategiini hjá Faroe Petroleum, um at selja partar av boriloyvinum fyri sera góðar prísir, og á tann hátt minka nógv um boriútreiðslurnar hjá Faroe Petroleum; men tó hava ein týðandi part av loyvinum eftir. ??Á føroyskum øki hevur CIECO keypt 12,5% av loyvi 005, eisini nevnt Anne Marie, har italska oljufelagið Eni er fyristøðufelag. Á loyvinum eru fleiri stór prospektir. Eni og Føroya Kolvetni p/f, sum er dótturfelag hjá Faroe Petroleum, hava átikið sær at bora ein brunn á loyvinum í seinasta lagi í juli 2009. ??Avtalan inniber, at CIECO rindar fyri meginpartin av borikostnaðinum hjá Faroe Petroleum, sum hevur 12,5% eftir av loyvinum. ??
Á bretskum øki hevur Faroe Petroleum givið CIECO møguleika til, í eitt avmarkað tíðarskeið, at keypa 2,5% av leitiloyvinum Cardhu, har Shell er fyristøðufelag. Henda avtalan er eisini til sera góðar treytir fyri Faroe Petroleum. Loyvið liggur á Corona Rygginum eystanfyri føroyska markið, og er nær við Rosebank fundið hjá Chevron. Oljufeløgini, sum luttaka á hesum loyvinum, fara væntandi skjótt at taka støðu til, um borast skal á loyvinum.