Jarðskjálvtar kravt 80 mannalív

Myndugleikarnir í Afghanistan siga nú, at teir báðir jarðskjálvtarnir, sum vóru har norðuri í landinum tíðliga gjáramorgunin, hava gjørt nógv størri skaða enn upprunaliga hildið.

Tað hevur víst seg, at jarðskjálvtarnit elvdu til eina skriðu, sum leyp oman yvir meiri enn 25 hús í Burka-økinum, og í morgun søgdu myndugleikarnir, at meiri enn 80 fólk hava latið lív.

Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at teir báðir jarðskjálvtarnir gjáramorgunin vóru 5,4 og 5,7 á Richterstiganum, og at miðdepilin var 175 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Kabul.