Fleiri jarðskjálvtar vóru á Reykjanesrygginum í gjárkvøldið. Tann harðasti var 3,7 á Richterstiganum. Gosfjallaserfrøðingurin Evgenia Ilyinskaya sigur við fjølmiðlarnar, at skjálvtar eru rættiliga vanligir á Reykjanesrygginum, sum er eitt tað mest virkna gosøki í heiminum.
Serfrøðingurin sigur, at fyri einum mánað síðani skrásetti Veðurstovan fleiri skjálvtar á Reykjanesrygginum, og at teir vóru á leið líka harðir sum teir í gjárkvøldið.
Evgenia Ilyinskaya sigur, at tað er als ikki vist, at skjálvtarnir á Reykjanesrygginum er nakað tekin um, at røringur er í undirgrundini í økinum.