Jarðskjálvti elvt til flóðaldu

Ein jarðskjálvti, sum var 7,7 á Richterstiganum, var í nátt við Queen Charlotte-oyggjarnar, sum eru við kanadisku vesturstrondina. Kanadisku myndugleikarnir siga, at teir hava ikki frætt frá skaða, og jarðfrøðingurin Gerard Fryer sigur við CNN, at til alla lukku var skjálvtin í einum øki, har lítið fólk býr.

Nakað aftan á jarðskjálvtan gjørdu myndugleikarnir av at senda út fráboðan um flóðaldu fyri Hawaii-oyggjarnar. Sagt verður, at skjálvtin hevur elvt til eina flóðaldu, og á Hawaii hava fólk fingið boð um at fara burtur frá strondini.

-Jarðskjálvtin hevur elvt til eina flóðaldu, sum kann gera skaða fram við strondini, sigur ein talsmaður fyri amerikanska jarðfrøðistovnin við AFP.