Jarnbardur bjóðar av í FM kappingini

Men kortini er rættuliga ivasamt, um teir í Knørrafelagnum kunnu gera nakað við Smyril, sjálvt um teir leygardagin vunnu fyri aðru ferð í ár

Ein av mest spennandi og torførastu kappingunum at rokna út hevur higartil í summar verið tann millum 6?mannaførini við monnum. Smyril hevur verið roknaður sum størsti favoritturin, og vágbingar hava vunnið tríggjar róðrar. Men tað hevur fleiri ferðir myndast soleiðis, at tað ikki hevur verið fyrrenn á síðstu metrunum, at teir hava vunnið. Tí hevur tað verið rættuliga spennandi, bæði tá ið Smyril hevur vunnið, og tær tríggjar ferðirnar, tá ið hann ikki hevur vunnið.
Leygardagin vístu teir umborð á Smyrli aftur ógvusligan endaspurt, men teir vóru ov stuttir. Ella ov seinir at spurta, ber tað kanska eisini til at siga. Jarnbardur, sum vann á Jóansøku, var aftur hesa ferðina fyrstur á mál. Menninir umborð á Jarnbardi hava altíð staðið í skugganum av kvinnumanningini. Undanfarnu árini hava teir ongantíð vunnið. Men nú hava teir umborð á nýggja bátinum vunnið tvær ferðir.
Tey sjey stigini, sum teir fingu í Sandavági, bera við sær, at Jarnbardur ikki er heilt avskrivaður í FM kappingini. Men tað verður kortini tørført at røkka Smyrli. Vágbingar hava 36 stig, meðan Jarnbardur á næstfremsta plássinum hevur 32 stig. Kravið til teir umborð á Jarnbardi er sostatt, at teir vinna á Ólavsøku, og so skulu aðrir bátar hjálpa so mikið til, at Smyril verður trýstur aftur á í hvussu so er fjórða plássið. Tað tykist rættuliga óhugsandi, men tað ber ikki heilt til at avskriva møguleikan. Serliga tá havt verður í huga, at hjá Smyrli hevur tað fleiri ferðir ikki verið fyrrenn á teimum síðstu hundrað ella tvey hundrað metrunum, at teir hava bart seg úr miðjuni og fram í spíssin, og tá harafturat verður lagt, at málið á Ólavsøku verður væl styttri, enn málini hava verið higartil í ár.
Um Jarnbardur vinnur á Ólavsøku, og um Smyril verður nummar fýra, so fara bátarnir at standa javnir í stigum, og so verður Jarnbardur meistari, tí hann hevur betri úrslit í ólavsøkuróðrinum.
Men teir umborð á Smyrli plaga at svara aftur, tá ið tað ikki hevur hilnast so væl. Teir taptu fyri Páll Fanga á Fjarðastevnuni, og so vóru teir øgiligir í Kollafirði, teir taptu fyri Jarnbardi á Jóansøkuni, og so vunnu teir í rimmar endaspurti á Varmakeldustevnuni, og so er spurningurin, hvat teir fara at vísa á Ólavsøku, eftir at teir ikki vunnu í Sandavági.

Skiftandi og tætt
Í Sandavági var rættuliga tætt millum teir mongu bátarnar. Enn eina ferð vóru teir umborð á Hvessingi bragdligir á fyrstu metrunum, og enn eina ferð duttu teir langt aftur í røðina. Sølmundur hevur ikki staðið seg nakað serligt higartil í ár. Hann endaði á fimta plássinum, men hann setti fitta løtu dám á, og saman við Stráluni, sum endaði á fjórða plássinum, var hann eina løtu heilt frammi í spíssinum.
Tá ið gott og væl hálvt málið var rógvið, fór stóra feltið at líkjast alt meiri tí, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar. Páll Fangi og Jarnbardur vóru fremstir, og so varð bíðað eftir, hvat Smyril, sum rættuliga beskeðin helt seg afturi á fjórða plássinum, fór at gera. Smyril tók dyk á seg síðstu stóru hundrað metrarnar, og hann megnaði akkurát at leggja Páll Fanga afturum seg. Men hann megnaði ikki at gera nakað við Jarnbard. Munurin frá Jarnbardi og til Smyril var ein stórur skutur ella ein lítil hálv bátslongd, og frá Smyrli og aftur til Páll Fanga var munurin minni enn so.
Frá Jarnbardi og aftur til Sølmund á fimta plássinum var ikki ein bátslongd. So tað er møguleiki fyri nógvum vinnarum í ólavsøkuróðrinum. Men í FM kappingini eru tað bara tvey boð. Smyril er stórfavorittur. Spurningurin er, um Jarnbardur, sum leygardagin setti tingini upp á pláss, fer at gera nakað við vágbingar, tá ið Jarnbardur fer at rógva í heimasjógvi.