Jarnbardur staðfesti við sigrinum mánadagin so ruddiliga FM heitið í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.
Jarnbardur legði seg á odda, tá ið málið var hálvrógvið. Á Mola høvdinum fór Jarnbardur framum Fortuna, og síðani var eingin ivi um, at meistararnir í Knørrafelagnum fóru at vinna.
Men tær umborð á Fortunu vóru treiskar. Vestmannakvinnur løgdu bragdliga fyri, og tá ið Jarnbardur ikki fekk so góðan start, so kendist tað at vera rættiliga spennandi.
Fortuna var fremst inn á Molahøvdið. Eina løtu vóru tær ein stóran skut frammanfyri tær næstu, men so vístu meistararnir, hvat býr í teimum.
Eina løtu tóktist tað sum um, at munurin var tað mesta av einari bátslongd, men á málinum var fjarstøðan frá suverena Jarnbardi og aftur til Fortunu ein stórur skutur. Spurturin hjá vestmannakvinnum var ógvuliga dyggur, men hann rakk altso ikki til meiri enn somu plasering, sum hon var í Miðvági fyri stórum tveimum vikum síðani.
– Hetta var ikki lætt. Tær tóku inn á okkum og vit inn á tær, so vit skiftust um fremsta plássið alla tíðina, og tað er ógvuliga hart, tá man ongantíð kann kenna seg tryggan, segði Hildibjarta Simonsen, sum við gullkrónum um hálsin kortini kundi føla seg trygga sum FM-vinnari.
Ólavsøkutíðin:
1 Jarnbardur 04:53.24
2 Fortuna 04:54.24
3 Gongurólvur 05:05.17
4 Lómur 05:08.03
Støðan:
1 Jarnbardur (FM) 48
2 Gongurólvur 40
3 Lómur 22
4 Fortuna 18
5 Hósvíkingur 5
Myndatekstur:
– Hetta var ikki lætt. Tær tóku inn á okkum og vit inn á tær, so vit skiftust um fremsta plássið alla tíðina, segði Hildibjarta Simonsen
Mynd: Jens Kristian Vang