Leygardagin 15. august halda hjúnini Jastrud og Sámal Clementsen 75 + 75 ára føðingardag.
Jastrud fylti 5. august og Sámal 21. september.
Sámal er føddur á Syðradali og flutti til Havnar sum smádrongur, og Jastrup er ættað úr Froðba og flutti til Havnar sum ung.
Sámal er væl kendur frá Postverki Føroya. Hann gekk í mong ár við posti í Havn og kennir so at siga allar gøturnar í býnum. Hann hevur upplivað at hava 25 ára starvsdag í bæði danska og føroyska postverkinum, áðrenn hann legði frá sær vegna pensjónsaldur.
Jastrup starvaðist á Ellisheiminum, til hon gavst vegna aldur. Hon hevur í mong ár havt sum ítrív at mála, bæði postalín, glas og eisini málningar. Hon fekk sær sítt ítriv sum starv eftir pensjónsaldur, tá hon byrjaði at undirvísa í máling hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Sámal er oftast við og hjálpir henni við at koyra, bera og seta upp. Tey nærmastu, og onnur við, hava mangan fingið ein hvønn gávulut, sum hon hevur málað.
Børnini eru fimm í tali, barnabørnini eru 15 og langommu- og abbabørnini eru fimm. Í samkomuni Lívdini eru tey trúføst, og annars hava tey nógv at tríva í. Dagurin byrjar sum oftast við einum túri niðri á rennibreytini í Gundadali. At fríðka um húsini og garðin dámar teimum væl, og eru tey sera glað um at vera flutt niðan til Hoyvíkar, har tey hava keypt sær eini minni hús.
Børnini saman við øllum familjum teirra ynskja teimum hjartaliga tillukku vi 75 ára degnum og gleða seg til hendan dagin. Føðingardagurin verður hildin í Starvsmannafelgashúsinum í J.H. Schrøtersgøtu 9, har fólk eru vælkomin at heilsa uppá tey.