Jóan Símun skoraði sigursmálið hjá KA í yvirtíðini

Hetta gjørdist ein góður dagur hjá Edmundsson brøðrunum

Jóan Símun Edmundsson vildi í kvøld ikki vera nakað aftanfyri lítlabeiggjan, Andrias Edmundsson sum skoraði fyri Wisla Plock í uppflytingarhálvfinaluni móti Polonia.

 

Í kvøld gjørdist Jóan Símun sigursmálskjúttin hjá KA í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Í útidystinum móti Fram í Reykjavík var støðan leingi javnleikur 1-1. Men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Jóan Símun tamarhald á einum leysum bólti í brotsteiginum hjá Fram, og hann meddaði bóltin í netið til sigursmálið 2-1 til KA. Talan er um fyrsta málið hjá Jóan Símuni hetta kappingarárið.

 

Fram legði seg á odda tíðliga í dystinum, men beint undan steðginum javnaði Ásgeir Sigurgeirsson fyri KA. 

 

Við sigrinum klatraði KA upp á áttanda plássið, har teir hava 11 stig fyri níggju dystir.

 

Sunnukvøldið klokkan 18 er Stjarnan á vitjan hjá KA á Akureyri.