- Í løtuni eru trý partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag, nú tey hava gjørt sær sínar metingar um ráfiskatilfeingið í næstu viku.
Umframt upsaskipini, eru eisini tvey partrolarapør til fiskiskap eftir gulllaksi, nú vertíðin er.
- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva í bretskum sjógvi, og ein frystitrolari fiskar svartkalva undir Føroyum.
Væntandi er, at allir djúpvatnstrolararnir, sum hava ísfisk, koma inn at landa í næstu viku.
Um trolbátarnar verður sagt, at tveir eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski.
- Ein trolbátur er á Íslandsrygginum, og tveir eru norðanfyri.
Sagt verður, at trolbáturin á Íslandsrygginum fær mest av toski, og hinir báðir fáa mest av toski, hýsu, flatfiski, longu og upsa.
- Allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.
Í løtuni fiska trý garnaskip svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku.
- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.