Leif Mohr Kring Føroyar í Sandoynni í kvøld

Triðji teinur av Leif Mohr Kring Føroyar verður koyrdur í kvøld. Bæði startur og mál eru í Húsavík. Súkkla verður í Traðir og runt Sandsvatn, aftur til Skálavíkar har vent verður og koyrt aftur runt Sandsvatn til Húsavíkar, Dals og aftur til Húsavíkar.

 

Súkklarar møta kl 17. Kappingin byrjar kl 18.

 

Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, skipar fyri hesi kapping.

 

3. teinur

 

Longd á teini: 54,69 km.  

 

Hæddarmetrar uml. 970

 

Dagsins ruta:

 

##med2##