Myndin er tilvildarlig. Hon er av Facebook-vanganum hjá frystilínuskipinum Klakki

Sjey línuskip skulu fiska á Flemish Kap

- Streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður helst ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni

Myndin er tilvildarlig. Hon er av Facebook-vanganum hjá frystilínuskipinum Klakki

Einki av teimum størru ísfiskalínuskipunum er til fiskiskap í løtuni, men tað eru fleiri frystilínuskip ístaðin.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

- Trý frystilínuskip eru undir Føroyum, og sjey antin eru ella eru á veg yvir á Flemish Kap.

 

Sagt verður um línuskipini sum heild, at tey fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. 

 

Streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður helst ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. 

 

Vænntandi verður nakað av útróðri í næstu viku.

 

Fleiri bátar eru á Føroyabanka, og fleiri fara at selja mánadagin.

 

- Útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap í løtuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Myndin er tilvildarlig. Hon er av Facebook-vanganum hjá frystilínuskipinum Klakki