Í framløgusendingini í Útvarpinum sunnukvøldið førdi Óli Breckmann fram millum mál, hann hevði framt sum fólkatingsmaður, krígspensjón til føroyskar fiskimenn.
Skal rætt vera rætt, krevur hetta eina viðmerking, tí Óli Breckmann er ikki sannur í hesum máli.
Óli Breckmann slepti hesum máli púrasta, tá hann hevði fingið bræv frá Esther Winter Andersen, táverandi sosialministara (V). Tað var aftan á, at vit høvdu havt ein fund við socialministaran, 10. apríl 1991. Tað frættist einki aftur frá hesum fundi. Men so sigur hon frá í brævi til Óla Breckmann. dagfest 23. juli 1991 m. a.:
"De færøske fiskere kan ikke generelt henføres under loven. Det ville være i strid med loven. Hvis det skal ændres, er det nødvendigt med lovændring.
Jeg synes ikke, at der er fremkommet noget nyt, der giver grundlag for en sådan ændring, og jeg ville også finde det meget uheldigt med en lovændring, der på dette sene tidspunkt henførte en ny persongruppe under loven. Det håber jeg, du har forståelse for."
Eg frætti einki um boðini, Óli hevði fingið, men tá eg so fekk frænir av, at einki meira fór at vera gjørt við málið, hvørki av stjórnini ella Óla Breckmann. setti eg meg beinleiðis í samband við samstarvsmenn mínar í Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.
Eg fekk undirtøku frá flokssnevndini um krígspensjón fyri føroyskar fiskimenn, Tað varð sett á listan hjá Socialdemokratunum fyri at ganga inn fyri fíggjarlóg Fólkatingsins 1992.
Í skjalinum um "Aftale om finansloven for 1992 mellem Socialdemokratiet, Det konservative Folkeparti, Venstre, Centrum Demokraterne, Det Radikale Vestre og Kristeligt Folkeparti, er der indgået aftale om finansloven for 1992 - 9. punkt í avtaluni: Socialministeriet - stendur m.a.:
"Tilskudsordningen vedrørende erstatning til besættelsestidens ofre udstrækkes til også at gælde for færøske søfolk." - og eftir hetta varð ríkisstjórnin noydd at seta fram lógaruppskot í tinginum.
Tað er ikki tí, at Óli Breckmann. er tornæmur, at hann ferð eftir ferð kemur við ósonnu framførsluni um Krígspensjónina.
Eingin krígspensjón varð fyri føroyskar fiskimenn, varð málið ikki hálað ígjøgnum av Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Tá føroyski javnaðarmaðurin á Fólkatingi tók málið uppaftur, aftan á at borgarliga stjórnin hevði lagt málið til viks. Málið varð síðan samtykt av samdum Fólkatingi, flokkarnir høvdu gjørt semju um málið..
Eg skilji ikki framferð Óla Breckmans - at fara so lætt um sannleikan. Við hesi framferð verður tú bart út sagt brendur upp innanifrá.