Fyribils tøl hjá Miðlahúsinum benda á, at Javnaðarflokkurin fær fimm mans, Tjóðveldi fýra, Fólkaflokkurin tveir og Sambandsflokkurin og Framsókn ein mann hvør.
Hetta er í tráð við tað, sum veljarakanningin í Sosialinum vísti síðsta mánadag.
Sigast skal, at brævatkvøður og atkvøðurnar úr Kaldbak eru ikki við í hesum tølunum. Sambært útrokningunum hjá Miðlahúsinum er tað Fólkaflokkurin, sum eigur 13. mannin í býráðnum, meðan Javnaðarflokkurin er tann, sum er nærmast at taka hann.
Í høllini á Hálsi er eingin ivi um, at Heðin Mortensen er toppskorarin. Tróndur Sigurðsson hevur eisini gjørt eitt gott val, sær tað út til.
Hjá Fólkaflokkurinum eru tað Annika Olsen og Bogi Andreasen, sum hava størstu bunkarnar, men Sjúrður Olsen fær væntandi nógvar atkvøður á Argjum, so ilt er at spáa um, hvørji fólkafloksumboð verða vald.
Kaj Leo Holm Johannesen er eitt vet framman fyri Annfinn Brekkstein, men atkvøðurnar av Argjum og Velbastað kunnu skjótt gera munin.
Hjá Tjóðveldi eru tað Marin Katrina Frýdal, Jógvan Arge og Gunvør Balle, sum eiga størstu bunkarnar. Væntandi hevur Jákup Dam fingið flestu atkvøðurnar í Kollafirði, so hann er eitt gott boð upp á ein av teimum fýra býráðssessunum.
Hjá Framsókn er ógvuliga tætt millum Bergun Kass og Ruth Vang.