Javnstøða er frælsisamboðið

"L´année 1968, je la salue avec sérénite" hetta var fráboðanin frá gamla generalinum Charles de Gaulle, táið hann fór á skíggjan og heilsaði fólki sínum gamlaárskvøld í 1967

"Eg bjóði árinum 1968 vælkomnum við rógv í sálini." ljóðaði úr vøkru og pompøsu forsetaborgini, haðani hann hevði stjórnað Fraklandi síðani 1958. Og hann legði afturat: "Ímillum so mong onnur lond sum skelva í sínum grundvølli, av ófriði, fer okkara land at ganga undan við tryggum viðurskiftum og góðum skili, okkara aðalmál er at røkka friðinum kring allan heimin. Vit eiga ongar fíggindar." Fáar mánaðir seinri gingu himmal og hav saman í eitt. Ungómar og arbeiðarar settu republikkina upp eftir øðrum enda og uppreisturin breiddi seg frá Sorbonne og Seine-áarbakkunum út og kring allan heimin. Autoriteru leinkjunar vóru blivnar ov tungar fyri yngra partin av fólkinum, tær vórðu álaðar sundur, og aftur einaferð hevði ein fólkabólkur tikið ábyrgdina av frælsinum og brúkt seg sjálvan sum amboð og katalysator til eina menning. Áttati ára gamli generalurin og forsetin, við tvítýddu nøsini, var ov seinur á sjóvarfallinum. Eitt gott ár eftir hetta legði hann illa trevsaður frá sær. Illar tungur vildu seinri vera við, at hann dyrgdi eftir friðarvirðisløn Nobels hetta gamlaárskvøldið, og tí royndi hann at látast at vera í eini javnvágsstøðu.

Júst fjøruti ár seinri situr ein danskur kolonibestýrari úti í Tinganesi, í drottningaattitudu, og roynir at billa sínum fólki inn, at her gongur alt upp á stás. Vit eru um at drukna í vælferð, eftir at hann hevur stjórnað Føroyum í 4 ár. Við nýggjum politiskum kolonikosmetikki eru vit, umvegis danskan uttanríkispolitikk, forsåvidt angår Færøerne, vorðin partur av altjóðagerðini, er postulátið uttan av helluni. Vit lata menningarhjálp. Vit vilja hetta, og vit vilja hatta. Ditten og datten. Ynskja at gerast limir í EFTA, altjóða skótasamtakinum, ES-granskingini, Olympiska felagsskapinum, IWC, Norðurlandaráðnum, NAFO o.s.fr. Ongin skal ivast í, at maðurin, sum situr í duragapinum úti í Skansapakkhúsinum, er garanturin fyri, at statsleysa tjóðin hann er oddviti fyri, skal røkka øllum møguligum og ómøguligum málum. Tað ber til at fyrigeva naivitetinum hjá 80-ára gamla krígsveteraninum De Gaulle, sum kanska var álopin av seniliteti, og tí ikki nóg árvakin um støðuna og spenningarnar í samfelagnum, men Jóannes Eidesgaard er í somikið góðum árum, at her røkkur sama undanførslan ikki.

Hetta snýr seg um javnstøðu, spenningar og javnvágir. Um at hava tak á sinuskurvum lívsins, apropos streymtalvan hjá Fischeri, sum Visjón 2015-gardan hevði gloymt, ella onki visti um, táið hon við løgmanni á odda skuldi taka norðara hermótið á spakasta streymi, og alt tað sum krúpa kundi var útrógvið norðuri í Klaksvík. Herliðið, sum skuldi flyta donsku koloniina frá filétfabrik til idéfabrik fekk tó eina lektión í streymviðurskiftum, frá Alexander hjá Trúgva, í einum egningarskúri á Stongunum, kanska tað einasta sum kom burturúr tí átakinum, sum nú er endað sum ein ballón í valskrá Javnaðarfloksins.

Menning er tað sama sum at taka niður skeivar strukturar, bygnaðir. Alt eftir hvussu hesi fyribrigdi verða handfarin mennast samfeløg, eisini tað føroyska. Og her liggur ein øgilig orka niðurbundin í menniskjaleinkjum, sum politiska skipanin saman við fólkinum hevur skyldu til at loysa úr sínum høftum. Í stríðnum fyri einum optimalum vælferðarstati, verður neyðugt at viga ójavnvágirnar upp sum skjótast. Flokkur, ið hevur republikkina sum aðalmál, hevur størstu ábyrgdina av at greiða mál sum hesi. Tað liggur ein latent synergi og bíðar eftir skikkaðum og málrættaðum fólki í landsins evstu sessum.

Táið arbeiðarin, í nýkapitalistiska ídnaðarsamfelagnum fór at fylkjast um síni áhugamál í fakfeløgum, fór at spíra. Verulig gongd kom ikki á, fyrrenn intellegensurin hjá arbeiðarabørnunum varð loystur úr armóðini og hesi fingu at kalla somu møguleikar fyri at vinna sær nám á útbúgvingarstovnum og lærdum háskúlum, sum yvirklassaungdómurin, ið hevði ligið í lívd av sínum priviligeraða upphavi. Í okkara føri eisini táið Kongaligi Einahandilin var ruddaður burtur, táið húskallarnir fóru undir at manna nýkomna fiskiflotan, táið valaliðið hjá republikanaranum og fiskimannafelagsformanninum Erlendi Paturssyni stríddist fyri rættvísum korum, táið monopolini vóru laðaði niður, táið auktiónin á Toftum fór undir sítt virksemi o.s.fr. Hesi átøk og allar skynsamar broytingar, sum íhaldið sjálvandi bardist ímóti, eru veruliga orsøkin til alla menning í vælferðini.

Vit hava loyst mangar trupulleikar. Men tað hanga framvegis lepar við. Mest sjónlig eru tvey fyribrigdi, ið skulu loysast í árunum, sum nú koma. Væl frágingin koma tey at hava ein kolossalan týdning fyri menningina í hesum landinum. Eisini á leiðini frá statsleysari tjóð til republikk.

Javnstøða millum kynini í øllum samfelagsins tættum er hitt fyrra. Javnstøðunevndin hevur gjørt eitt valaarbeiði, hóast eina uppskotið, helst sett fram uppá kvamsvís ella sum ein provokatión, og sum eg sjálvur var í takholti við, saman við fleiri øðrum kallum, allir meira og minni í sinnismuni lupu í blindum á bláman, men staðfestast skal, at við veruligum javnstøðupolitikki, laðast vágirnar á beint aftur. Frá araldstíð er føroyingurin helst óvanliga íhaldin. Heilt fram til okkara dagar hava vit havt eina macho-mentan við latínamerikanskum dimensiónum. Hygg bara eftir orðunum, sum brúkt hava verið, um menn, sum ikki rættiliga hava fótað sær, og uppaftur verri,  hava ligið undir eini sterkari konu: Bløka, hosa, kloddi, spott, eitt onki, vøttur, óvætti, skepilsi, tvøga, ónytta, svíkur, vaðskítur, dirðil, frell, burturkast, gorlakkur, hím, lortendi, lorthundur, vendilókur, lítilmenni, manstandur, ómenni, smámenni, skøndil, kreyp, krop, ómagi, ódugnadýr, ræðuskítur, ódugnakroppur, neytakona, tøðhólkur, vesaladýr og deiggjhøna. Líkamikið, táið kvinnurnar komu út á arbeiðsmarknaðin, og javni kom ímillum lønarlagið hjá kalli og kvinnu tók samfelagið aftur veruliga dik á seg í menning í vælferð. Hetta hendi, samstundis sum undirstøðukervið hjá primervinnuni tódnaði, frá frælsu høvunum til tilfeingið innanvert 200 fjórðinga fiskimarkið. Hetta hendir ímeðan útbúgvingarstøðið hækkar dag frá degi, og tað sum tey flestu hildu var ein andsøgn, at vælferðin veksur, ímeðan tilfeingið minkar, er besta prógvið um, at vøksturin liggur í knokkunum og lógvunum hjá okkum sjálvum. Eisini í hesi kjalarslóðini liggur bráðfeingis kravið um, at ein veruligur lærdur háskúli verður skipaður í Føroyum. Í sløk 62 ár hevur ein fólkavilji, um ein føroyskan stat, bíðað eftir monnunum á Føroya Løgtingi. Higartil hevur tað ikki gingið um fliðuna. Kanska biða vit eisini í hesum spurninginum eftir kvinnunum, soleiðis at fólkarættarligi spurningurin kann verða loystur einaferð med alla, soleiðis at vit fáa brúkt samlaðu orkuna í landinum til at byggja land, heldur enn at snikka og snáka donsku ognirnar í Norðurhøvum.

Hetta er hin javnstøðan, ið skal fáast at vega rætt í komandi valskeiði. Føroyar eru ikki eitt fólkaræði. Tað sást best undir heimsins mest lemjandi búskaparkreppu, ið skolaði omanyvir oyggjarnar fyrst í 90-unum, táið føroyskir politikarar ásýniliga vóru meira ábyrgdaðir mótvegis sentralmaktini í Keypmannahavn, heldur enn fólkinum sum hevði valt teir, við tí ætlan, trúgv og vón, at teir vóru evsta vald føroyinga. Onki er tó so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tá opnaði seg eitt søguligt gap, sum snaraði lokið á ostaklokkuni handan skallabeinunum somikið, at nú er somikið stutt eftir á mál, at vit megna tað komandi 4 árini, um bara hin minsti vilji er til tað. Tað snýr seg um nakað so einfalt, sum at skipa eina javnvág, ikki bara ímillum føroyska og danska statin, men millum okkum og allar heimsins sjálvstøðugu tjóðir. Tað krevur nakað av offurvilja, í fyrstani eisini í materiuni, men møguleikarnir, ið tá daga undan í havsbrúnni, og sum als ikki eru tilgongiligir undir verandi viðurskfitum, liggja víðopnir fyri fótum okkara. Fetini gerast lættari sum frálíður. Málini, sum Eidesgaard ikki fær loyst fyri uttanríkismálaráðnum í ríkismetropolinum, liggja tá sum mál ímillum okkum og EFTA-samgonguna, har ein EBS-sáttmáli er møguleikin, okkum og Norðurlond, okkum og IOC o.s.v.

Hetta er meginspurningurin á valinum 19. Januar 2008. Loysing ella samband. Frælsi ella ófrælsi. Menning ella stagnatión. Sum reformatorurin Alexander Dubchek segði í eini røðu í Bøhmen 16. mai í 68: "Okkara ætlan stendur á tí fatan, at menniskja og mannaættin ikki bara eru før fyri at rannsaka heimin, men eisini eru før fyri at broyta hann. Seinri hetta sama árið segði hann um politisku støðuna í Tjekkoslovakia: "Fólkið var ónøgt við landsins leiðarar, og táið vit ikki kundu skifta fólkið út, vóru vit noyddir til at skifta leiðararnar út ístaðin."