Jazz og blues í Hvalba

Kendir tónleikarar úr Danmark fara at spæla Jazz og Blues tónleik í Hvalba leygarkvøldið, har tað eisini ber til at fáa ein góðan bita afturvið Jazz og blues í Hvalba

 

Leygarkvøldið verður hugnakvøld í Roynhøllini í Hvalba við danska jazz- og bluesbólkinum Six City Stompers.

Í bólkinum eru seks ungir mans, sum allir eru virdir tónleikarar í Danmark og teir hava einar 100 konsertir um árið, bæði í Danmark og uttanlands. Teir hava eisini spælt á flest øllum tónleikastevnum í Danmark.

Í 2006 vunnu teir áskoðaravirðislønina í Paris, tá ið teir luttóku í EM í TradJazz.

Meira kann lesast um bólkin á myspace.com/sixcitystompers

Stjørnin í Royn sigur, at við hesum fáa suðuroyingar ein gyltan møguleika at hoyra glaðan jazz/bluestónleik.

Fyrireikararnir hava roynt at skapa rætta stemningin, so at fólk, ið koma at lurta, veruliga skulu fáa kensluna av, hvat góður gamal jazzur er.

Six City Stompers fer at greiða frá, hvar jazztónleikurin byrjaði og hvat tónleikur hevur at siga í teirra lívi.

Borðreitt verður við leskiligum mati og er áhugi fyri tí, ber eisini til at tríva í ein góðan felagssang.

Dyrnar lata upp klokkan 20.00 og á midnátt er ætlaninat rigga av aftur.

Tað kostar 100 krónur fyri bæði tónleik og mat og tað er ikki neyðugt at tekna seg frammanundan.