Mikudagin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, á fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Micheal Pompeo. Hann kemur til Keypmannahavnar á vitjan og í tí sambandi fer Jenis av Rana at hitta hann saman við danska uttanríkisráðharranum, Jeppe Kofod, og grønlendska landsstýrismanninun í uttanlandsmálum, Steen Lynge.
Uttanríkisráðið sigur, at Jenis av Rana fer at tosa við Michael Pompeo um støðuna í Arktis, handilsviðurskifti og um at styrkja samstarvið ímillum Føroyar og USA. Men onnur evni fara eisini at verða umrødd, siga tey.