Jenis av Rana: – Hetta er ein ord­ans forrættur

Tað sigur Jenis av Rana, sum eftir 28 ár í Løgtinginum nú er elsta fólk á tingi og harvið tann, sum skal seta nýggja Løgtingið, tá tað kemur saman nú klokkan 10

– Eg hevði hugsað hetta, og hetta er nátúrligt, og eg eri glaður fyri tað.

Tað sigur Jenis av Rana, tá vit spyrja hann, hvussu hann hevur tað við at vera elsta fólk á tingi og fáa heiðurin at seta nýggja Løgtingið.

– Eg var ikki so ungur, tá eg byrjaði í politikki. Eg var 41 ár, tá eg varð valdur fyrstu ferð, sigur Jenis av Rana.

Tað var í 1994, at hann varð valdur á ting fyri nýstovnaða Miðflokkin, sum hann hevur verið formaður í líka síðani. Men nú hevur hann tikið avgerð um at leggja frá sær sum floksformaður.

Jenis av Rana stillaði tó fyrstu ferð upp til løgtingsval í 1990. Tað var fyri Kristiliga Fólkaflokkin í Suðuroyar valdømi. Man varð ikki valdur.

Tað eydnaðist hinvegin í 1994, tá Miðflokkurin fekk tveir tingmenn valdar, Jenis av Rana í Havn í Suðurstreymoyar valdømi og Tord Niclasen á Eiði í Eysturoyar valdømi.

Spurdur um Jenis av Rana ætlar at taka metið hjá Poul Michelsen, sum hevur sett Løgtingið tríggjar ferðir sum aldursformaður, grínur Jenis.

– Nei, tað er ikki ætlanin. Um val verður sum tað eigur um fýra ár, so stilli eg ikki uppaftur. Men eg skal ikki siga, at tey ikki fáa lokkað meg, um nýval til dømis verður um eitt ár ella so, sigur Jenis av Rana.