Tingfundur verður mikudagin, 21. september. Fyrsta mál á skrá verða munnligar fyrispurningar og Jenis av Rana hevur sett tríggjar spurningar.
Ein spurningur er løgmann, Aksel V. Johannesen, har Jenis biður løgmann greiða frá starvsøkinum, ið nýggji deildarleiðarin Anni á Hædd skal umsita. Jenis av Rana vísir á, at tað er ikki komið alment fram hvat starvssetanin inniber og hví Anni á Hædd knappliga bleiv flutt á Umhvørvisstovuna, eftir at hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn.
Ein spurningur er til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss. Jenis av Rana vi hava at vita gongdina í bornfrádráttinum hjá kommununum seinastu 25 árini, í mun til bornfrádráttin í landsskattinum.
Jenis av Rana vísir á, at tær allarlægstu lønirnar stórt sæð eru tiknar úr landsskattaskipanini, tí bornfrádrátturin bleiv hækkaður nógv. Tó hava kommunurnar ikki fylgt við, men hava enn ein lutfalsliga lágan botnfrádrátt og nú eru nógvar kommunur, ið hava eitt yvirskot á rakstrinum og óvæntaðar meirinntøkur.
Til seinast vil Jenis av Rana hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum hvørji skrivlig krøv frá Heilsustýrinum til ella viðvíkjandi Suðuroyar Sjúkrahúsi finnast. Tað vil siga krøv, sum mugu verða uppfylt, fyri at sjúkrahúsið kann virkað sum góðkent føðistað.