JJ Paulo á G!: – Føroyar blivu til Tanzania

– Tað var eitt fullkomiliga ørt upplivilsi, sigur danski tónleikarin, sum bergtók áskoðarafjøldina á Spæliplássinum á G! Festivalinum.

Fríggjadagurin á G! Festivalinum hevði heilt nógv forkunnugt at bjóða uppá. Skráin var so pakkað við góðum tónleiki, og ein av teimum serliga eksotisku konsertunum var tann við danska JJ Paulo. Ein orkubumba, sum hevur røtur úr Tanzania, og spælir lívligan afro hip-hop.

 

JJ Paulo leveraði við manér, má man siga, og tað var ringt ikki at blíva gribin av festligu rútmunum og dansinum.

 

Vit møttu JJ Paulo aftaná konsertina, og hann lat ordiliga væl at.

 

– Tað var eitt fullkomiliga ørt upplivilsi at spæla á G! Festivalinum. Eg má vera ærligur og siga, at eg var í sjeynda himli musikalskt, og tað sama var áskoðarafjøldin, sigur hann.

 

– Føroyar blivu forvanlaðar til Tanzania, og eg komi aftur. Tá verður tað á stóra pallinum á Sandinum, sigur JJ Paulo.