Jógvan Adolf Johannesen fall í Sandoynni

Javnaðarmaðurin í Sandoynni, Jógvan Adolf Johannesen er fallin.

Javnaðarflokkurin hevur nú ongan tingmann í Sandoynni. Jógvan Adolf Johannesen fekk 11 atkvøður ov lítið til at verða afturvaldur.


Til seinasta val var Sandoyggin jøvn, men hesaferð var tað uppaftur meira spennandi. Fólkaflokkurin var fremstur tá avtornaði og fekk 289 atkvøður. Tjóðveldið sníkti seg inn ímillum við 284 atkvøður, meðan Javnaðarflokkurin fekk 273 atkvøður.


Fyrst valdi tingmaðurin í Sandoynni eitur John Petersen, sum hesaferð fekk 130 persónligar atkvøður. Hann kenna tey flestu, tí hann hevur verið í politikki í mong ár.


Hjá Tjóðveldisflokkinum er Páll á Reynatúgvu. Hann fekk 107 persónligar atkvøður. Páll er annars mest kendur fyri síni brøgd á fótbóltsvøllinum, men skal nú royna seg sum tingmaður eisini.