Jógvan Isaksen skrivar ræðandi krimi

Í nýggjari bók blandar Jógvan Isaksen ræðusøgu upp í krimisøguna

Jógvan Isaksen hevur skrivað nýggja krimibók. Soleiðis eigur tað at vera upp undir jól, og soleiðis er aftur í ár.

Nýggja bókin, ið hevur fingið heitið “Halgigripaskrínið”, er 19. krimibókin, sum er um antin Hannis Martinsson ella William Hammer. Tíggju bøkur eru um Hannis Martinsson, seks um William Hammer, og í trimum bókum eru báðir við.

William Hammer er høvuðspersónur í nýggju krimibókini, men góði, gamli Hannis Martinsson er eisini eitt sindur við í bókini.

“Halgigripaskrínið” byrjar við, at í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum.

Sum nakað nýtt kallar Jógvan Isaksen nýggju bókina eina horror-krimi. Tað vil siga, at hann hevur blandað lutir úr ræðusøgu upp í krimisøguna.

– Fyri nógvum árum síðani fór eg undir at skriva eina ræðusøgu. Eg skrivaði nakrar partar og skitseraði eitt sindur, men so varð tað ikki til meira. Nú hugsaði eg, at fyri at fáa broyting í fór eg at blanda hesa ræðusøguna saman við eina nýggja krimisøgu, sigur Jógvan Isaksen við Sosialin um vikuskiftið.

– Hendan nýggja søgan er eitt bland av andligari realismu í føroyskum umhvørvi og ymiskum løgnum, har tú ikki hevur vanliga realistiska frágreiðing um, hvat tað er. Eg hugsi, at í einum landi sum Føroyum, sum hevur so nógva pátrúgv, eigur hetta at passa væl til, sigur hann.

“Halgigripaskrínið” er komin í sølubúðir.