- Eg vænti og vóni, at Fólkaflokkurin fer at gera eitt gott løgtingsval. Tað hevði verið spennandi at verið við, men í løtuni hava býráðið og nýggja starvið fremstu raðfesting, sigur Jógvan Skorheim

Jógvan Skorheim stillar ikki upp á løgtingsvalinum

- Eg eri farin í nýtt starv, og annars ætli eg mær at brúka tíðina í Klaksvíkar býráði, sigur Jógvan Skorheim, sum hevur tikið avgerð um ikki at stilla upp á løgtingsvalinum hesaferð

 

- Eg vænti og vóni, at Fólkaflokkurin fer at gera eitt gott løgtingsval. Tað hevði verið spennandi at verið við, men í løtuni hava býráðið og nýggja starvið fremstu raðfesting, sigur Jógvan Skorheim

- Eg havi verið í iva, men seinasta fríggjadag tók eg endaligu avgerðina um ikki at stilla upp á løgtingsvalinum komandi.

 

Tað sigur Jógvan Skorheim, sum er fyrst valdur býráðslimur á listanum hjá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar kommunu. 

 

Á seinasta kommunuvali var hann nýggjur í Fólkaflokkinum eftir tíðina í Sjálvstýrinum, men hóast skiftið gjørdist hann fyrst valdur á fólkaflokslistanum.

 

- Tað kundi verið freistandi at stilla upp á løgtingsvalinum hesaferð, nú Fólkaflokkurin rættiliga hevur vindin í seglunum, men tað verður so ikki hesaferð.

 

Jógvan Skorheim vísir á, at hann júst er farin í nýtt starv sum økisleiðari í Norðoyggjum hjá fyritøkuni, Framskák, sum eisini fer at flyta í nýggj hølir í Klaksvík.

 

Flutt verður nevniliga í hølini í Nólsoyar Pálsgøtu 2, har Alfa Bókhandil áður hevur hildið til. 

 

Vit kunnu leggja aftrat, at fyritøkan Framskák eitt nú veitir tøkni innan KT-útgerð, KT-rakstur, fundartøkni og kunningarskíggjar.

 

Sjálvur væntar og vónar Jógvan Skorheim, at Fólkaflokkurin fer at gera eitt gott løgtingsval.

 

- Jú, tað hevði verið spennandi at verið við hesaferð, men í løtuni hava býráðið og nýggja starvið fremstu raðfesting hjá mær, sigur Jógvan Skorheim.

 

 

 

 

 

- Eg vænti og vóni, at Fólkaflokkurin fer at gera eitt gott løgtingsval. Tað hevði verið spennandi at verið við, men í løtuni hava býráðið og nýggja starvið fremstu raðfesting, sigur Jógvan Skorheim