Russiski miðbankin hevur stevnt ES um avgerðina hjá ES um at fastfrysta russiskar pengar í óásetta tíð.
Eitt krav frá miðbankanum varð lagt fyri Evropeiska Samveldisdómstól 27. februar - tað vil siga fríggjadagin.
Tíðindaskriv um seinasta lógarstigið kom tó ikki fyrr enn týsdagin.
Russland hevur áhaldandi funnist at vesturlondum at innifrysta pening, sum sambært miðbankanum ljóðar upp á knappar 2000 milliardir krónur.
Tað mesta er afturhildið í belgisku virðisbrævagoymsluni Euroclear.
Peningurin er innifrystur sum úrslit av revsitiltøkum móti Russlandi eftir innrásina í Ukraina.
Miðbankin ákærir ES fyri "álvarslig verklagsbrot" við at hava tikið avgerð um frystingina við kvalifiseraðum meiriluta í staðin fyri tað einmæli, sum vanliga krevst í uttanríkispolitikkinum.
Fyri einfalt at brúka kvalifiseraðan meiriluta vístu ES-londini til serligu grein 122 í ES-sáttmálanum.
Sakarmálið, sum er lagt fyri almenna rættin, sum er í Luksemborg, er ikki tað einasta.
Miðbankin legði eisini mál í desember fyri rættin í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Ritzau/Reuters











