Johan Cruyff farin

Hollendska fótbóltslegendan hevur tapt dystin ímóti krabbameini.

Hollendska fótbóltslegendan, Johan Cruyff, andaðist í dag, 68 ára gamal. Hann hevur í longri tíð stríðst við krabbamein, og nú boða umboð á heimasíðu hansara frá, at hann er farin.


Sum fótbóltsspælari spældi Johan Cruyff við eitt nú Ajax og FC Barcelona í 1960-unum og 1970-unum. Hann spældi eisini á hollendska landsliðnum, har hann skeyt 33 mál í 48 dystum.


Johan útmerkaði seg sum sera góður framrættaður leikari, og hann vann heiðurin sum heimsins besti fótbóltsspælari, Ballon d'Or, tríggjar ferðir. Tað var í 1971, 1973 og 1974.


Eftir yrkisleiðina sum fótbóltsspælari var hann eisini venjari. Hann var fyrst hjá Ajax, síðani FC Barcelona og gjørdi comeback sum venjari í 2009 sum venjari hjá Katalonia.


Fram til sjúkan fekk ræðið á honum fyri stuttum, starvaðist hann sum ráðgevi hjá barndómsfelagi sínum, Ajax, har hann – í Amsterdam – eisini varð føddur og vaks upp.


Johan og konan, Danny Coster, giftust í 1963 og fingu fýra børn - Chantal (f. 1970), Susila (f. 1972) og Jordi (f. 1974). Johan og Danny búðu fram til síðsta dag í Barcelona.