Hvønn fekk Johan Dahl at hjálpa sær í sambandi við umstríddu kanningina um embætisførslu hansara í sambandi við fíggjarligu støðuna hjá Strandferðsluni. Tað er ein spurningur, hann nú skal greiða løgtinginum frá.
Spurningurin um meirnýtsluna hjá Strandferðsluni endaði við, at andstøðan í Løgtinginum reisti uppskot um misálit á Johan Dahl, men tað tók samgongan ikki undir við og atkvøddi til frama fyri landsstýrismannin.
Men Høgni Hoydal, tingmaður og formaður fyri Tjóðveldi, vil ikki lata málið sleppa at doyggja so lætt og nú vil hann hava landsstýrismannin at leggja kortini á borðið. Tí hevur hann biðið Johan Dahl greiða frá, hvørja ráðgeving hann hevur fingið og hvørjar uttanhýsis tænastur hann keypti í sambandi við kanningin hjá landsstýrismálanevndini.
Í hesum sambandi vil Høgni Hoydal hava at vita um Johan Dahl hevur keypt sær uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningin um meirnýtsluna hjá Strandferðsluni. Og Høgni Hoydal staðfestir at í hesum sambandi vil hann hava at vita, um Johan Dahl hevur keypt sær nakrar uttanhýsis tænastur, antin persónliga, ella umvegis Vinnumálaráðið?
Og hevur Johan Dahl tað, vil Høgni Hoydal hava at vita, hvørja ráðgeving og tænastu, talan er um, og hvat tað hevur kostað.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, hvør ráðgav Johan Dahl, og veitti honum tænastur í sambandi við tíðindaskrivini, ið vórðu send fjølmiðlunum, og sum vórðu løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum leygardagin 25. november 2014. Í teimum skrivunum varð dentur lagdur á, at niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini vórðu til frama fyri landsstýrismannin, hóast nevndin ikki hevði almannakunngjørt sína frágreiðing.
|