Jóhan Hendrik er uttan iva tann, ið hevur sett størstan dám á føroyska málrøkt og orðagerð seinastu hálvu øldina. Og tey munnu vera fá, sum hugsa um, at tey, at tey dagliga nýta orð, ið Jóhan Hendrik hevur evnað til – t. d. telda, hugburður, fartelefon, fartelda, farstøð, kringvarp, tekstvarp, uppvørpa, graslíki, flogbóltur, pallborð, gosbað, evra, talgildur, burðardyggur, váðafúsur o.s.fr.
Umframt tað hevur Jóhan Hendrik endurlívgað nógv orð og givið teimum nýggja merking – t. d. kurla, fløga, bingja, skíggi, gegnigur o.s.fr.
Jóhan Hendrik hevur altíð verið ein íðin talsmaður fyri virknari málrøkt og fyri, at orðfeingið skal mennast við vísindaligari hjálp. Hetta sæst eitt nú aftur í tí ørgrynnu av orðum, ið hann hevur evnað til, bæði almannaorðum og frøðiorðum.
Jóhan Hendrik Winther Poulsen er føddur í Sumba 20. juni 1934.
Hann er sonur Niels Winther Poulsen úr Skopun og Kristionnu, f. Mikkelsen av Tvøroyri.
Jóhan Hendrik vaks upp í Skopun hjá foreldrunum saman við yngru brøðrunum, sum eisini eru kendir menn í Føroyum, Mortan Winther Poulsen og Halgir Winther Poulsen.
Jóhan Hendrik giftist við Birnu Sjúrðardóttur Patursson úr Kirkjubø í 1964 í Havnar Kirkju. Tey eiga børnini Hjørt, Hjørdis, Teit og Ingibjørg. So kunnu vit leggja afturat her, at afturvalda tingkvinnan hjá Tjóðveldi, Hervør Pálsdóttir, er abbadóttir hansara, dóttir Hjørdis.
Jóhan Hendrik Winther Poulsen er víða gitin sum professari í norðurlendskum og serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var við til at savna tilfar til føroysku orðabókina, millum annað við at hava sendingina Orðabókina, har fólk kundu skriva inn orð, ið tey nýttu, til føroysku orðabókina, og er tí ofta róptur Orðabókin.
Og sum Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum segði á heiðurssamkomu í Læraraskúlahøllini á á 75 ára degi Jóhan Hendriks, at »eingin í Føroyum fer nakrantíð aftur at verða kallaður 'Orðabókin'«
Jóhan Hendrik og Birna búðu í Kirkjubø, har børn teirra eru vaksin upp. Tey búðu har síðani 1969. Birna andaðist 87 ára gomul í 2020.
Jóhan Hendrik var kendur fyri at súkkla. Hann súkklaði vanliga úr Kirkjubø til arbeiðis, og sást mangan í Svimjihøllini í Havn eisini við súkkluni.
Hann hevur eisini verið fleiri túrar uttanlands á súkklu, eitt nú í Íslandi og gjøgnum Ongland, Týskland, Frakland og Danmark saman við soninum Teiti. Og so var hann ein teirra fáu, sum á hansara ungu døgum svam á sjónum, sum nú er so vanligt.
Barnaárini gekk Jóhan Hendrik í skúla í Skopun. Seinni - í 1948 - fór hann til Havnar í skúla, og fekk studentsprógv í 1952. Síðani fór hann á lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann las latín og enskt, og fór síðan í staðin at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966. Hann las á lærda háskúlanum í Reykjavík í 1960-62, og eftir ta próvtøkuna arbeiddi hann í Keypmannahavn á Árnasavninum við tí norrønu orðabókini. Í 1967-68 fluttu hann og Birna til Illinois í USA við børnunum, Hjørdis og Teiti, at arbeiða sum lærari í fornnorrønum og norðurlendskum málum á lærdum háskúla í Illinois. Frá 1968 arbeiddi hann leysløntur á Føroyamálsdeildini, til hann í 1972 varð settur í starv sum deildarstjóri á Føroyamálsdeildini og seinni bleiv lektari. Tað var í 1986, at Jóhan Hendrik varð tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroyra, av Atla Dam, løgmanni. 1. september 1997 loysti hann seg við umsókn úr starvi við eftirløn.
Í 1969 fór Jóhan Hendrik undir eina útvarpssending, nevnd Orðabókin. Tað var fyri at samla inn orð, ið lítið var vitað um. Henda útvarpssending var væl umtókt, og nógv sendu inn orð við postinum. Tað mesta av hesum tilfari kom við í føroyska orðabók, ið hann var aðalstjóri á. Hon kom út 24. juli í 1998. Eisini hjálpti hann Christiani Matras við útgávuni av føroyskari-danskari orðabók, ið kom út í 1961 í 2. útgávu.
Bókin Mál í mæti er eitt greinasavn eftir sjálvan Jóhan Hendrik. Hon varð givin út í sambandi við 70 ára føðingardag hansara, 20. juni 2004. Soleiðis varð sagt um heitið á bókini: “Mál í mæti er valt sum heiti á hesi bók við tí í huga, at Jóhan Hendrik nýtir og viðger móðurmálið við virðing og sóma – bæði í talu og skrift – hann gongur á odda og stimbrar onnur at fjálga um tað, tí hjartamál hansara er av sonnum málið.”
Ritstjórar á bókini vóru Anfinnur Johansen og Hans Joensen.
Bókin »Orðabókin« er ein bók við brotum úr útvarpssendingini, ið eisini var nevnd Orðabókin. Hon kom út 20. juni 2009 í samband við 75 ára føðingardag hansara.
Jóhan Hendrik Winther Poulsen búði á Tjarnargarði, nú hann andaðist 88 ára gamal.