Myndin er av Facebook-vanganum hjá Heystfagnaðinum

Ársins Heystfagnaður á Eiði eydnaðist sera væl

- Longu klokkan 16 leygardagin var meira suppa seld enn allan leygardagin í fjør og sum heild var allur matur mest sum útseldur  

Myndin er av Facebook-vanganum hjá Heystfagnaðinum

Martin Kristoffur Kristiansen, ið skrivar fyri heimasíðuna hjá Eiðis kommunu, hevur skrivað eina klummu, nú Heystfagnaðurin 2025 er lagdur aftur um.

 

- Føroya bygdasligasta tiltak - Heystfagnaðurin - var aftur á skránni í ár, og tiltakið telist millum tey best umtóktu heysttiltøkini kring landið. 

 

Í klummuni vísir Martin Kristoffur á, at Heystfagnaðurin leggur dent á bygdamentan í Føroyum og tað, ið heystið hevur at bjóða.

 

- Fagnaðurin telur alskyns tiltøk yvir fleiri dagar, men tað er einki ivamál um, at leygardagurin er tann stóri dagurin. Á høvuðsøkinum er sum á ólavssøku, tá stóra fjøldin savnast um tey fjøltáttaðu tiltøkini. 

 

Og hann leggur aftrat:

 

- Á pallinum verður kappast í øllum - frá at vinda hespu til at finna Føroya størsta epli. Kappingin, ið dregur flestu áskoðarar, er óiva flettikappingin.

 

Her er ein stór mannamúgva savnað í góðveðrinum at síggja flettararnar kappast umframt at skoða hinar kappingarnar og annars at hugna sær saman. 

 

- Sum heild var veðrið avbera gott og átti ivaleyst sín leiklut í, at ársins Heystfagnaður tók fleiri met í mun tal av gestum.

 

Martin Kristoffur Kristiansen vísir á, at stóra undirtøkan sæst eisini aftur í søluni av mati.

 

- Longu klokkan 16 leygardagin var meira suppa seld enn allan leygardagin í fjør og sum heild var allur matur mest sum útseldur.   

 

Í endanum av klummuni leggur hann aftrat, at heystfagnaðurin 2025 er nú av, og Eiðis kommuna takkar øllum fyriskiparum og gestum fyri eitt væl frágingið tiltak.

 

Myndin er av Facebook-vanganum hjá Heystfagnaðinum