1. februar 2016 byrjaði Jóhannis Danielsen í sínum nýggja starvi sum adjunktur í lívfrøði á Fróðskaparsetrið Føroya. Tað skrivar Setrið á síni heimasíðu.
Jóhannis Danielsen er ein gamal kenningur á Fróðskaparsetrinum. Hann tók nevniliga sína bachelorútbúgving frá Fróðskaparsetrinum í 2000, áðrenn leiðin gekk til Svøríkis og Lund universitet, har hann gjørdist master í 2001.
Tað var tó bara byrjanin á hansara yrkisleið innan akademia og í 2009 tók hann lisentiat-útbúgving frá Lunds Universiteti, og loksins vardi hann sína ph.d.-útbúgving frá Lunds Universiteti í 2011.
Ph.d.-ritgerðin viðgjørdi umstøðurnar hjá havhesti í Føroyum, og bar heitið “Nest-site attendance and foraging ecology of the Northern Fulmar (Fulmarus glacialis) on the Faroe Islands” við undirheitinum “Is the Northern Fulmar a useful indicator of ecosystem productivity and pollution?”

Mynd: setur.fo
Jóhannis nýggjur adjunktur á Setrinum

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo