EB/Streymur hevur lagt seg framum ímóti NSÍ. Fyrsta bríkslið var klokkan 19. Í 1. hálvleiki kom einki mál. EB/Streymur legði bragdliga fyri, men sum tíðin leið, javnaði tað seg nakað.
Eftir steðgin hevur EB/Streymur aftur lagt fyri við stórum trýsti. Tíggju minuttir eftir stegðin skoraði John Heri Dam eitt flott mál. Eftir stutt horna frá Hans Paula Samuelsen smekkaði John Heri til, og umvegis tvørtræið brast bólturin í graslíkið innanfyri málstrikuna.