John Petersen biðið um farloyvi

Hósdagin bað John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Anfinn Kallsberg, løgmann um farloyvi, meðan málið um neyðtøku verður kannað

John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er farin í farloyvi.

Hósdagin fekk Anfinn Kallsberg, løgmaður, umsókn frá John Petersen, har hann biður um farloyvi, meðan málið um neyðtøku verður kannað.

Í umsóknini sigur John Petersen, at grundgevingin fyri umsóknini er at hann er skuldsettur í einum revsimáli og at hann metir tað tí verða rættast, at hann ikki situr sum landsstýrismaður, meðan kanningarnar fara fram.

Fútin boðaði fyrr í vikuni frá, at kanningarnar hjá løgregluni fóru at verða lidnar í hesi vikuni, men tá einki røkist fyri hesum, so heldur John Petersen, at áhugamálini hjá landsstýrinum best verða røkt við at hann fyribils leggur starvið frá sær.

John Petersen er sum kunnugt valdur tingmaður, men hann fer ikki aftur í tingið í farloyvistíð síni sum landsstýrismaður. Eyðun Viderø, sum er avloysari hjá John Petersen, verður sitandi á tingið, eisini meðan John Petersen hevur farloyvi. Hesum hevur John Petersen boðað Finnboga Ísakson, løgtingsformanni frá.

HVør fer at taka sær av fiskivinnumálunum meðan John Petersen er í farloyvi, er einki alment komið fram um enn, men ein møguleiki er, at løgmaður tekur ábyrgdina av málsøkinum. Hetta hava vit sæð eitt nú tá Sámal Petur í Grund fór frá sum landsstýrismaður í samferðslumálum.