John Petersen er væl trimmaður

Bæði B36 og KÍ fingu fult á útivølli í uppgerðum, sum boðaðu frá, at nýggja fótbóltsárið er spildurnýtt

LØGMANSSTEYPIÐ

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá NSÍ í venjingardystunum. Leygardagin taptu teir aftur, tá ið steypavinnararnir úr B36 eftir 2?1 sigur fóru við øllum úr Runavík. Men NSÍ spælið var væl betri, enn tað hevur verið.
Einstaklingurin, sum skaraði framúr, var John Petersen. Í fjør gekk tað leingi illa hjá B36. Fyrst og fremst tí John ikki var heilt á toppinum og misnýtti nógvar møguleikar. Leygardagin skoraði John bæði B36 málini, men hann vísti eisini, at B36 ? eins og í fjør ? hevur ilt við at umseta brotsspark til mál. Eftir fyrsta korterið var John eftir sending frá Arnbirni Danielsen leysur og einsamallur við Jens Martini hevði hann ongar trupulleikar at skora. NSÍ vildi hava dómaran at døma fyri rangstøðu, men tað fingu teir ikki viðhald í.
NSÍ hevði meiri trýst og eina rúgvu av hornaspørkum í 1. hálvleiki, men teir fingu einki mál. Eftir frísparksinnlegg stútaði Helgi L. Petersen í kassan, men tá varð dømt fyri rangstøðu.
Eftir steðgin gekk meiri javnt á. Korter undan leikloki setti Óli Hansen høvdið undir hornasparksinnlegg og so var 1?1. NSÍ hevði ikki meiri enn fingið armarnar niðuraftur, tá ið B36 fekk brotsspark, men Jens Martin Knudsen bjargaði skotinum hjá John Petersen.Landsliðsmaðurin treiskaðist, og hann var á blettinum og skoraði sigursmálið, tá ið bólturin eftir skotroynd støkk út frá aftur NSÍ málverjanum.
Eingin ivi er um, at B36 er millum feløgini við størsta fólkagrundarlagnum. Nýggir á liðnum vóru Jóhan Gunnarsson og Levi Hansen, meðan royndir spælarar ikki vóru við ? eitt nú Allan Mørkøre, Jens Kristian Hansen, Jens Erik Rasmussen og Klæmint Matras. Hjá NSÍ var Johan Troest Davidsen nýggjur maður.

Nýggjur maður skoraði
Jógvan Norðbúð er nýggjur venjari í Vágum, og hann vildi ikki hava sínar menn at pakka seg saman, tá ið KÍ vitjaði. FS Vágar leyp á, teir komu á odda, og um hepnið hevði verið við teimum, so høvdu teir fingið fleiri mál. Eftir horna úr vinstru, misti KÍ málverjin við nærra stólpan inn um strikuna. Hetta var miðskeiðis í 1. hálvleiki. Frammanundan hevði FSV havt bóltin á stólpanum, og eftir málið var um reppið, at afturlegging endaði við FSV máli, men Aleksandar Djordjevic fekk ruddað burtur.
Í 1. hálvleiki stútaði Stig Edvin Asknes í málið fyri KÍ, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu. Undan steðginum javnaði Erling Fles, eftir at Jákup Joensen hevði hálvbjargað, tá ið Niclas Niclassen hevði roynt seg við høvdinum.
Eftir steðgin tóktist sum um heimaliðið ikki heilt megnaði at fylgja við, men tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at tað var greitt, at KÍ skuldi vinna. Miðskeiðis í 2. hálvleiki stýrdi FSV verjan bóltinum í egið mál, eftir at Atli Danielsen hevði lagt flatt innfyri. Í evstu løtu skoraði unglingaspælarin Julian Samuelsen til 3?1. Hann var júst komin á vøllin, og tað var einasta ferðin, at hann nært bóltin, tá ið eisini innskifti Jacob Bymar hevði spælt upp á tvørs.



NSÍ?B36 1?2 (1?0)
0?1: John Petersen
1?1: Helgi L. Petersen
1?2: John Petersen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Rúni Rasmussen (83: Johan Troest Davidsen), Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Jústinus R. Hansen (10: Brynjolvur Nielsen), Eddie Mikkelsen (65: Andy Olsen) ? Helgi L. Petersen, Dánial Hansen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Egil Zachariassen, Jóhannis Joensen, Pól Thorsteinsson ? Kenneth Jacobsen, Niels Joensen, Ronnie Samuelsen, Jóhan Gunnarsson (Bergur Midjord, 62.) ? Bárður Mortansson (Levi Hansen, 85.), John Petersen

FS Vágar?KÍ 1?3 (1?1)
1?0: sjálvmál
1?1: Erling Fles
1?2: sjálvmál
1?3: Julian Samuelsen
FSV:
KÍ: Jákup Mikkelsen ? Jan Andreasen, Niclas Niclassen, Aleksandar Djordjevic, Marek Viercbicki ? Arnold Joensen (Leon Bjartalíð, 88.), Jan Joensen, Atli Danielsen, Símun Joensen ? Erling Fles (Julian Samuelsen, 90.), Stig Edvin Asknes (Jacob Bymar, 70.)