Fyrsta sunnudag í advent bjóðar Manskórið á Skálafjørðinum undir leiðslu av Jóhan Mortensen fólki á konsert bæði í kirkjuni við Norðskála og á Glyvrum.
Konsertin við Norðskála verður klokkan 17.30. Fyri einum knøppum ári síðani hevði manskórið konsert í kirkjuni í sambandi við, at hon fylti seksti. Í ár er eitt ávíst samstarv fingið í lag við skúlan har norðuri, soleiðis at manskórið og skúlanæmingar fara at býta konsertina sínámillum. Næmingarnir fara at hugna um við luciagongd og sangi. Manskórið fer bæði at syngja kendar og væl umtóktar jólasálmar eins væl og okkurt forkunnugt, ið ikki hevur verið framført her heima á klettunum fyrr.
Bæði hesi undanfarnu árini hevur Manskórið á Skálafjørðinum havt jólakonsert í kirkjuni á Glyvrum. Umframt manskórið fáa fólk eisini høvi at hoyra seks gentur syngja í einum sangbólki. Millum teirra er Eivør Pálsdóttir, ið var við kórinum á sangferðini til Eysturríkis og Italia í summar. Á Glyvrum verður konsertin kl. 21.